Føroyar hava stóran bústaðartørv, og nú er eitt ítøkiligt tilmæli lagt fram fyri at bøta um støðuna.
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, hevur fingið tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum mælir til at tryggja 2.000 nýggjar bústaðir innan 2031.
Hon sigur, at ein vælskipaður bústaðarmarknaður er ein fortreyt fyri framtíðar menning av samfelagnum.
Stórt trýst er á bústaðarmarknaðinum, serliga á smærri bústaðum til tey, ið seta búgv á fyrsta sinni, og eldri, sum ynskja at flyta úr størri sethúsum.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at tað er alneyðugt at seta ferð á nýbygging og fáa verandi bústaðir í betri umfar.
Tann fyrsta byggiverkætlanin er longu sett í gongd. Eirargarður 2 verður umbygdur til lestrarbústaðir. Tað er bygningurin, har Heilsumálaráðið og aðrir almennir nú stovnar húsast.
Tilmæli
Tilmælið, við heitinum +2.000 í 2030, vísir á tíggju átøk, sum skulu bøta um bæði útboðið og gagnnýtsluna av bústøðum.
A. Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) skal byggja, har eftirspurningurin er størstur Mælt verður til, at Bústaðir byggja í økjum, har tørvurin á leigubústøðum er størstur, og at bygging verður smátt, gott, skjótt og bíligt.
B. Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) skal raðfesta bústaðir til ung og lesandi Mælt verður til at byggja lestrar- og ungdómsbústaðir, umframt byrjanarbústaðir til ungar familjur.
C. Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) skal raðfesta bústaðir til eldri Smærri íbúðir skulu byggjast, sum hóska til eldri, so fleiri sethús verða frígivin til barnafamiljur.
D. Býartætting Kommunur eiga at raðfesta bygging í verandi bústaðarøkjum, heldur enn at leggja alla orku í nýggjar útstykkingar, sum taka longri tíð.
E. Kommunur fáa loyvi til partvíst at rinda fyri byggibúning Kommunur skulu kunna rinda fyri undirstøðukervi í útstykkingum, so prísurin á grundstykkjum kann haldast niðri og bústaðir gerast bíligari.
F. Bústaðarskylda Lógarheimild eigur at verða kannað, so kommunur kunnu áseta bústaðarskyldu fyri verandi hús og bústaðir, og ikki bara fyri nýggjar útstykkingar.
G. Avmarka stutttíðarútleigu Reglurnar fyri stutttíðarleigu skulu herðast, so fleiri bústaðir verða brúktir til langtíðarleigu fram um gistingarhúsvirksemi.
H. AirBnB og líknandi fyritøkur skulu fylgja føroyskum reglum Fyritøkur sum Airbnb og Booking.com virka í samsvari við føroyska lóggávu og lata upplýsingarnar, sum eru kravdar av Taks.
I. Gera standardreglugerð fyri lutaíbúðafeløg Landsstýrið eigur at gera eina standardreglugerð fyri lutaíbúðarfeløg, so tað gerst lættari hjá fólki at stovna og umsita feløg.
J. Leigustuðul Mælt verður til at kanna, hvussu ein skipan við leigustuðli kann javnstilla leigarar og bústaðareigarar, tí leigarar fáa í dag ongan skattafrádrátt ella stuðul.