209 fólk hava fingið universitetsprógv frá Fróðskaparsetrinum í ár

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fyrrapartin var Norðurlandahúsið hátíðarligur karmur um ársins prógvhandan, og høllin har var stúgvandi full av nýútbúnum akademikarum og næstringum teirra.

Tá Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevði boðið øllum vælkomnum, segði hann m.a.:

– Eg tori at lova tykkum, at tað ikki er torført hjá tykkum at fáa arbeiði við einum prógvi frá Fróðskaparsetrinum. Nærum øll útbúgvin á Setrinum eru í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir víðari lestur. Á summum økjum mangla vit útbúgvið fólk í Føroyum, t.d. námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingar og KT-frøðingar. Her kunnu tit fara beint frá seinastu próvtøkuni í fast starv. Á øðrum økjum kann tað taka eitt sindur longri at fáa fast starv, men brúk er fyri tykkum øllum!

Uppgerðin úr próvbókini á Setrinum vísir, at 42 nýggir námsfrøðingar eru útbúnir hetta seinasta árið, 34 sjúkrarøktarfrøðingar og 10 KT-verkfrøðingar, umframt øll hini mongu, sum nú eisini hava fingið universitetsprógv frá Náttúruvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Námsvísindadeildini. 

Á tiltakinum í dag hildu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helma Maria Tróndheim, nýggjur ph.d-ari og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, røðu. Eisini spældu Sigmund V. P. Zacariassen og Karl Andrias Stórá, sum báðir lesa tónlist á Setrinum, tvey løg.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya