21 konsertir við føroyskum tónlistafólkum í Onglandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein stór føroysk innrás verður í Onglandi í mai, tá heili 21 konsertir verða við føroyskum tónlistafólkum í 4 dagar.

– Eitt av teimum størstu mentanarátøkunum, vit nakrantíð hava framt uttanlands, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.

Átta føroysk tónlistafólk og -bólkar eru skjótt á veg til The Great Escape festivalin fyri at spæla konsertir og imponera altjóða tónleikavinnuna og enskar áskoðarar.

Øll tónlistafólkini fara at spæla tvær konsertir hvør í Brighton, umframt at tað nú er staðfest, at tað verða tríggjar konsertir í víðagitna plátuhandlinum hjá útgávufelagnum Bella Union.

Tríggjar eyka konsertir í London

Eisini verða tríggjar føroyskar konsertir í London tann 19. mai, bert tveir dagar eftir The Great Escape.

Konsertirnar verða hildnar á Colours Hoxton í tí vælumtókta Shoreditch økinum. Saman við teimum trimum konsertunum verður ein móttøka, har nógv fólk úr altjóða tónleikavinnuni verða boðin, umframt áskoðarar.

Í alt telja øll hesi átøk 21 konsertir.

– Hetta er ótrúliga spennandi, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.

– Tað er torført at máta, hvat ein kann rópa stór átøk, tá ið tað snýr seg um mentan, men hetta má sigast at vera eitt av teimum størstu føroysku mentanarátøkunum, sum nakrantíð eru framd uttanlands – í øllum førum innan tónleik. Tá vit eisini vita, at Føroyar eru sera væl umboðaðar á Classical:Next í Berlin í somu viku, umframt at føroyska Sissal skal vera við í finaluni í Eurovision somu dagar, er hetta uttan iva ein risastór vika fyri føroyskan tónleikaútflutning.

Tey, sum fara at framføra í Onglandi, eru Eivør, Tamara Mneney, Jazzygold, Aggrasoppar, Elinborg, Silvurdrongur, Ragnar Finsson og Joe & The Shitboys.

Umframt tónlistafólkini, sum spæla, fer ein sendinevnd við umboðum úr føroysku tónleikavinnuni at ferðast til Onglands fyri at fáa sum mest burturúr hesum átøkunum.

The Great Escape festivalurin verður hildin millum 15.-17. mai, og konsertirnar í London verða 19. mai.