24 flogfør flúgva 4000 hondbóltsfjepparar til Oslo

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Atlantic Airways hevur sett 24 flogferðir til Oslo og 24 flogferðir heim aftur í sambandi við, at hondbóltslandsliðið hjá monnum skal spæla EM-endaspæl í norska høvuðsstaðnum í januar 2026.

Sølan av atgongumerkjum byrjar mikudagin í næstu viku, og kostnaðurin fyri ein ferðaseðil aftur og fram verður 3.299 krónur.

Føroysku dystirnir í undanumfarinum verða spældir í Unity Arena í Oslo 16., 18. og 20. januar.

Túsundtals føroyingar ætla til Oslo at fylgja hondbóltsmonnunum, og heilt nógv hava longu tryggjað sær gisting í býnum. Eisini hevur Smyril Line boðað frá, at Nørrøna siglir við fjepparum til Oslo og verður hotellskip meðan EM-endakappingin er.

Hondbóltssamband Føroya samskipar søluna av atgongumerkjum, sum eisini verða sett til sølu sama dag sum flogferðaseðlarnir.


Ferðaætlan hjá Atlantic Airways

FØROYAR – OSLO

Mikudag 14. januar
Fráferðir kl. 07:40, 08:00, 12:45, 13:05, 15:15, 17:50, 18:10, 20:20, 20:40

Hósdag 15. januar kl. 
Fráferðir kl. 07:20, 07:40, 08:00, 12:25, 12:45, 13:05, 17:30, 17:50, 18:10, 20:40
 
Fríggjadag 16. januar 
Fráferðir kl. 07:40, 08:00, 12:45, 13:05
 
Sunnudag 18. januar
Fráferðir kl. 09:00

OSLO – FØROYAR
 
Mánadag 19. januar
Fráferðir kl. 16:00
 
Mikudag 21. januar 
Fráferðir kl. 07:05, 07:25, 12:10, 12:30, 17:15, 17:35, 18:40, 22:20, 22:40, 23:45
 
Hósdag 22. januar 
Fráferðir kl. 06:40, 07:25, 08:05, 08:25, 12:30, 13:10, 13:30, 17:35, 18:15, 18:35, 22:40, 23:20, 23:40
 
Allar tíðir eru lokalar. Flogtíðin er áleið 1 tíma og 45 min.