Hondbóltssamband Føroya boðaði í dag klokkan 12.40 frá á Facebook og á heimsíðu síni, at 240 atgongumerki afturat vóru til sølu til EM-endaspælið í manshondbólti í Oslo í januar næsta ár.
Áhugin fyri atgongumerkjunum er framvsegis ógvuliga stórur, og hóast einki var sagt um hesi atgongumerki frammanundan, so vóru tey seld eftir lítlari løtu, og nú eru eingi atgongumerki eftir. Nøkur eindags atgongumerki eru tó í skrivandi løtu tøk.
Hondbóltssambandið sigur, at væntandi verða fleiri atgongumerki til sølu í septembur.
Hondbóltssambandið skrivaði soleiðis:
NÚ FLEIRI EM-ATGONGUMERKI TIL SØLU
EHF hevur nú leysgivið fleiri EM-atgongumerki til innleiðandi bólkaspælið hjá Føroyum í Oslo í døgunum 16. – 20. januar 2026. Talan er um góð 240 atgongumerkið. Keypið atgongumerki her.
https://www.eventim.no/…/mens-ehf-euro-2026-pakker…
Nøkur ein-dags atgongumerki eru eisini sett til sølu:
https://www.eventim.no/…/mens-ehf-euro-2026…/