242 nýggj ryggleys dýr funnin í Koltri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

520 ymisk sløg eru skrásett í Koltri síðan 2019. Tað er úrslitið, nú ein grundkanning av lívfrøðiliga margfeldinum í Koltri er nú liðug. Í tí sambandi er ein grein komin út í Fróðskaparritum.

Av hesum vóru 56 sløg av fuglum, 146 sløg av plantum og 317 sløg av ryggleysum dýrum, tey flestu teirra skordýr.

Heili 242 sløg av ryggleysu dýrunum vóru skrásett í Koltri fyri fyrstu ferð og 49 teirra fyri fyrstu ferð í Føroyum.

Tjóðsavnið skrivar, at hetta er týdingarmikil vitan um vistskipanina í Koltri og í Føroyum sum heild.

Tjóðsavnið er nú farið undir áhaldandi eygleiðingar og skrásetingar av náttúruni í Koltri. Endamálið er at fáa dátur, sum geva møguleika, at staðfesta broytingar, sum henda yvir longri tíð og ikki minst, at skilja tær í mun til til dømis verðurlagsbroytingar og lívmargfeldiskreppuna.

Landdjóra- og Plantudeildin hjá Tjóðsavninum hava framt verkætlanina saman við granskarum í Føroyum og útlondum.

Les alla greinina her