,

27 fólk á sjúkrahús og tvey álvarsamt skadd eftir hendingina í Liverpool

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

27 fólk eru flutt á sjúkrahús, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Liverpool, stutt eftir at býurin var liðugur at hátíðarhalda meistaraheitið hjá Liverpool FC. Tvey av teimum løstaðu er álvarsliga særd, eitt teirra er eitt barn.

Løgreglan boðaði frá hendingini stutt eftir klokkan 18.00 og váttaði á einum tíðindafundi, at bilførarin er ein 53 ára gamal, hvítur breti úr Liverpool.

Bilurin varð steðgaður á staðnum, og maðurin varð handtikin. Neyðhjálparfólk gjørdu eitt stórt arbeiði á staðnum, og eisini var ein sjúkratyrla við í bjargingararbeiðnum.

Politiið sigur, at talan er ikki um yvirgang, og heldur at talan er um eina einstaka hending.

20 fólk vóru viðgjørd á staðnum fyri smærri skaðar, meðan 27 vórðu flutt á sjúkrahús, harav fýra børn.

Løgreglan hevur sett stórt kanningararbeiðið í verk fyri at staðfesta, hvat hendi.

Løgreglan heitir á fólk um ikki at spekulera í orsøkum, og um ikki at deila myndir av hendingini á sosialum miðlum.