283 av teimum tilsamans 389 umsøkjarunum í ár hava fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum. 237 hava fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám.
Býtið sæst niðanfyri:
| Bachelor | Umsóknir | Bjóðað pláss |
| Sjúkrarøktarfrøði, summar | 44 | 26 |
| Sjúkrarøktarfrøði, vetur | 55 | 25 |
| Føroyskt | 4 | 5 |
| Fólkaskúlalærari | 52 | 35 |
| Námsfrøðingur | 46 | 35 |
| KT-verkfrøði | 18 | 14 |
| Verkfrøði | 10 | 10 |
| Diplom í webmenning | 5 | 3 |
| Søga | 5 | 7 |
| Stjórnmálafrøði | 8 | 14 |
| Samfelagsvísindi | 9 | 14 |
| Búskaparfrøði og virkisfrøði | 16 | 19 |
| Løgfrøði | 58 | 21 |
| Listaligt arbeiði | 10 | 9 |
| Bachelor tilsamans | 340 | 237 |
| Hjánám | ||
| Føroyskt | 1 | 1 |
| Hjánám tilsamans | 1 | 1 |
| Master | ||
| Søga | 3 | 3 |
| Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði | 9 | 8 |
| Løgfrøði | 3 | 3 |
| Føroyskt | 2 | 2 |
| Leiðsla og skipan | 15 | 13 |
| Dátuvísindi | 16 | 16 |
| Master tilsamans | 48 | 45 |
| Tilsamans | 389 | 283 |
Lestrarskrivstovan hevur eisini gjørt upp, hvat lægsta miðaltal var, sum fekk bjóðað lestrarpláss í kvotu 1.
Tølini vísa m.a., at hóast Setrið nú bjóðar Sjúkrarøktarfrøði út tvær ferðir árliga, so er lægsta miðaltalið vaksið við 0,9 (úr 7,2 upp í 8,1) frá í fjør.
| Lægsta miðaltal í kvotu 1, sum fekk bjóðað lestrarpláss | |||||
| 2023 | 2022 | 2021 | 2020 | 2019 | |
| Fólkaskúlalærari | 7,0 | 6,5 | 7,6 | 8,3 | 5,8 |
| Námsfrøði | 5,1 | 5,7 | 6,3 | 7,0 | 6,0 |
| Sjúkrarøktarfrøði | 8,1 | 7,2 | 7,7 | 8,2 | 7,8 |
Lestrarskrivstovan boðar frá, at lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august.
Kelda: Fróðskaparsetur Føroya



