29 ára gamal maður dømdur fyri at smugla kokain og hassj

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Maðurin, sum hevur sitið í varðhaldi síðan fyrst í september í ár, var í Føroya Rætti í dag dømdur fyri at hava smuglað umleið 86 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hassji.

Maðurin, sum er føroyingur, játtaði seg sekan, og málið var tí framt sum eitt játtanarmál.

Maðurin tók við dóminum, ið er ein treytaleys fongsulsrevsing upp á eitt ár.

Dømdi maðurin skal sita revsingina beinanvegin.