

3.000 eintøk av HINT eru gjørd
20.10.2023Eitt nýtt samveruspæl kemur út á føroyskum fyrst í novembur 2023. Talan er um HINT, ið upprunaliga er eitt danskt konsept, sum hevur vunnið heiðurin í Danmark fyri “Årets voksenspil” í 2014 og “Årets spil for voksne” í 2015, 2016 og 2017. Nýggja føroyska útgávan er ment og framleidd av Hugnaløtum, sum eisini gav Bezzerwizzer á føroyskum út í 2022. Tað eru 3.000 eintøk av HINT, sum eru gjørd. – Men verður undirtøkan góð, so bíleggja vit fleiri spøl av HINT, sigur stjórin í Hugnaløtum, Ólavur Larsen. Hoyr samrøðu við Ólavur Larsen, stjóra í Hugnaløtum her:
