Í januar keypti franska AS Monaco danska áleyparan, Mika Biereth, frá eysturríkska liðnum Sturm Graz og tað hevur víst seg at vera eitt ránsmanskeyp, tí hann hevur skorað hattrick tríggjar teir seinastu dystirnar á heimavølli. Sturm Graz hevur eisini havt Rasmus Højlund, meðan tveir aðrir danir, Tochi Chukwuani og William Bøving, eru í núverandi hópinum.
22 ára gamli Mika Biereth hevur dansk/týskan pápa, meðan móðirin er fødd og uppvaksin í Bosnia og hann sjálvur er føddur í London. Sostatt kann Biereth spæla fyri fýra landslið: Danmark, Týskland, Bosnia og Ongland. Higartil hevur hann einans umboðað Danmark á ungdómslandsliðum.
Biereth byrjaði annars fótbóltslívsleiðina hjá Fulham, men spældi eins og yndisleikarin, Harry Kane, við Arsenal uttan at eydnast. Sjálvur sær hann upp til áðurnevnda Kane, Erling Haaland og Didier Drogba, meðan onnur samanbera hann við Jamie Vardy.
AS Monaco mátti gjalda 111 milliónir krónur, sum umvegis Sturm Graz hevur verið í hollendska RKC Waalwijk og skotska Motherwell, men beinanvegin gjørdi áleyparin um seg, hóast hann fyrsta dystin á útivølli ímóti Montpellier ikke megnaði at skora. Fyrsta málið skoraði hann ímóti Stade rennais FC og koma beinanvegin á vikuliðið. Dystin eftir skoraði hann hattrick upp á 8 minuttir, tá AS Monaco kom afturíaftur ímóti Auxerre (4-2). Síðani hevur hann eisini skotið hattrick ímóti FC Nantes (7-1) og Stade de Reims (3-0), og vunnið sær pláss á mánaðarliðnum.
Nú vóna danir sjálvandi, at landsliðsvenjarin, Brian Riemer, tekur glóðheita Mika Biereth út til danska A-landsliðið, áðrenn tað er ov seint. Hinvegin kundi hann verið tann áleyparin, sum Arsenal hevur brúk fyri júst nú.