32 ára gamal føroyingur dømdur fyri morð

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í gott og væl eitt samdøgur seint á sumri í fjør brendi ein 32 ára gamal maður – ein føroyingur – summarhúsini hjá síni foreldrum, drap av tilvild eina 60 ára gamla kvinnu beint norðanfyri Frederikssund í Danmark og hótti við at drepa eitt heilsuhjálparfólk.

32 ára gamli maðurin møtti upp heima hjá kvinnuni, har hann sló, sparkaði og trampaði hana í høvdið, fyri síðan at stinga hana fleiri ferðir við knívi, millum annað í hálsin.

Síðan stjól hann bilin hjá kvinnuni og koyrdi til Keypmannahavnar, har hann nakrar tímar seinni varð handtikin.

Áðrenn drápið hevði maðurin sett eld á summarhúsini hjá foreldrunum, sum partvíst brunnu í grund.

Umframt dómin fyri drápið, so fekk maðurin eisini dóm fyri at hava umleið 280 gram av hassji uppi á sær, bilstuldur og fyri at hava hótt tænastumenn í tænastu.

Føroyingurin hevur sitið í varðhaldið síðan 6. august í fjør, tá hann bleiv handtikin.

Dømdur til varðhald
Brotsmaðurin varð dømdur til varðhald á psykiatriskum sjúkrahúsi í óásetta tíð, og føroyingurin tók við dóminum.

Tann 32 ára gamli maðurin hevði undan rættarfundinum boða frá, at hann fór at taka við dóminum til varðhald á psykiatriskum sjúkrahúsi, uttan at kæra dómin, hóast hann vegna psykosu og elektrosjokk, einki mintist til sínar gerningar.

– Eg veit, at eg var sannførdur um, at hevði gjørt tað rætta. Logiskt sæð eru tað ikki aðrar frágreiðingar, enn at eg havi gjørt alt hatta. Hetta hevur kostað einum sakleysum menniskja lívið, og tað eri eg ræðuliga keddur um, staðfesti 32 ára gamli føroyingurin í sínari stuttari frágreiðing í rættinum í Hillerød mikudagin.

Dómurin inniber, at bæði læknar og ein dómstólur skulu meta um, hvørt hansara tilstandur er betraður so mikið nógv, at mann antin kann strika ella linka treytirnar fyri hansara varðhald á psykiatriskari deild.

Kelda: Ritzau