HB slapp við hvøkkinum móti B68

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin Menn:
HB – B68 3-2 (3-2)

Landskappingin byrjaði við buldur og brak, og tað var undirhald fyri allar pengarnar í fyrra hálvleiki, tá ið HB og B68 spældu ársins fyrsta dyst í Betrideildini í 2025.

Ári Mohr Jónsson legði HB fram um longu eftir fýra minuttir, og hóast B68 hevði nógv spæl, so var tað Sammy Skytte, sum legði HB fram um 2-0, tá ið 25 minuttir vóru spældir. Tórur Thomsen í málinum sá ikki gott út, tá ið flata skoti frá Skytte fóru undir hann

HB sá út til at hava tamarhald á dystinum, tá ið Leivur Guttesen legði HB fram um 3-0, tá ið 38 minuttir vóru spældir. Men B68, sum vildi tað øðrvísi, og tá ið farið var til hálvleiks, høvdu Hanus Højgaard og Sebastian Lau Nielsen minkað niður í 3-2.

Í seinna hálvleiki kom einki mál. HB vísti als ikki nakað, sum minti um eitt lið, sum ætlar at spæla í oddinum, og hevði í heila tikið trupult við at hava nakað samanhangandi spæl.

B68 vísti hinvegin góðar taktir. Teir stríddust manniliga, og spældu væl heilt fram til brotsteigin hjá HB. Tað gjørdist tó sjáldan veruliga vandamikið frammanfyri HB-málið. Tann vandamiklasta støðan var, tá ið málverjin hjá HB, Reinis Reinholds, misti bóltin, tá ið hann skuldi sparka hann burtur frá málinum.

HB slapp við hvøkkinum. Trý stig eru trý stig, men tað er lítið at ivast í, at okkurt má gerast betri, um HB skal liva upp til tað, sum væntað og kravt verður av teimum.

B68 kann hinvegin vera nøgt við spælið og stríðsviljan, men sum so ofta seinnu árini, so fekk B68 heldur ikki tey stigini burtur úr í dag, sum teir helst høvdu uppiborið.


Betrideildin menn
HB – B68 3-2

Mál:

  • 4′ 1-0 Ári Jónsson (Heini Sørensen)
  • 25′ 2-0 Sammy Skytte (Mathias Voss)
  • 38′ 3-0 Leivur Guttesen
  • 39′ 3-1 Hanus Højgaard
  • 42′ 3-2 Sebastian Nielsen (Emanuel Kulego)

HB:

Byrjaðu á vøllinum:

  • Reinis Reinholds (M)
  • Viljormur Davidsen (L)
  • Noah Mneney (Ási Dam 76′)
  • Mathias Voss
  • Dan í Soylu
  • Heini Sørensen (Sammy Skytte 10′)
  • Klavs Kramens (Bartal Wardum 61′)
  • Ejvind Mouritsen
  • Ári Jónsson
  • Leivur Guttesen (Jákup Thomsen 61′)
  • Emil Pedersen

Á beinkinum:

  • Bjarti Mørk (M)
  • Jógvan Ósá
  • Jonas Enkerud

Gul kort:

  • Mathias Voss 91+
  • Sammy Skytte 93+
  • Reinis Reinholds 96+

Venjarar:

  • Venjari: Adolfo Sormani
  • Hjálparvenjari: Giovanni Mazzella

B68:

Byrjaðu á vøllinum:

  • Tórður Thomsen (M)
  • Aleksandur Jensen )L)
  • Emanuel Kulego (Marjus Nón 69′)
  • Sebastian Nielsen (Martin Klein 69′)
  • Bárður Jensen
  • Fríði Petersen (Eli Hansen 91′)
  • Tóki á Lógv
  • Magnus Jacobsen (Ragnar Steinhólm 57′)
  • Hanus Højgaard
  • Jákup Vilhelmsen
  • Aron Hansen

Á beinkinum:

  • Rasmus Nilsson (M)
  • Hjarnar Johansen
  • Jóhan Josephsen

Gul kort:

  • Sebastian Nielsen 46′
  • Jákup Vilhelmsen 47′
  • Aleksandur Jensen 88′

Venjarar:

  • Venjari: Jákup á Borg
  • Hjálparvenjari: Fróði Clementsen

Dómarar:

  • Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
  • Hjálpardómari 1: Dan Højgaard
  • Hjálpardómari 2: Emil Sørensen
    1. dómari: Rúni Olsen
  • Eygleiðari: Jónfinn Olsen

Kelda: FaroeSoccer