383 ætla at lesa í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

383 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár. Tað er umleið tað sama sum í fjør, tá ið talið var 379.

KT-verkfrøði hevur fingið fleiri umsóknir. Í ár hava 35 søkt, samanborið við 15 í fjør.

Masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan hevur eisini fingið fleiri umsóknir. 22 hava søkt í ár, samanborið við 15 í 2023.

Læraraútbúgvingin hevur fingið 18 færri umsóknir enn í fjør. Tó hevur hon 55 umsóknir, og tað er meira enn nóg mikið til tey 35 plássini.

Námsfrøðiútbúgvingin fekk 42 umsóknir. Tað eru trý fleiri enn í fjør. Eisini verður arbeitt við einari nýggjari diplomútbúgving í Námsfrøði til fólk, sum eru í starvi.

Masterlestur í Føroyskum hevur bert fingið eina umsókn í ár. Orsøkin kann vera, at fá søktu á bachelorútbúgvingina fyri nøkrum árum síðan. Men nú tykist “vend vera komin í, tí 14 søktu í fjør og 16 í ár.

Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar. Svar fæst fríggjadagin 11. juli.

Og frá fyrst í august ber til at søkja aftur, har tøk pláss eru. Umsóknarfreistin tá verður á midnátt 13. august.

Innleiðsla fyri nýggju lesandi verður mánadagin 18. august.


Útbúgvingar20252024
– B.A. í Føroyskum1614
– B.A. í søgu56
– B.Ed. sum fólkaskúlalærari5573
– B.Ed. sum námsfrøðingur4239
– B.S.Sc. í samfelagsvísindum98
– B.S.Sc. í stjórnmálafrøði815
– B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði1924
– B.Sc. í KT-verkfrøði3515
– B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði, summar4140
– B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði, vetur2842
– B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum 30
– B.Sc. í verkfrøði  
– B.A. í listaligum arbeiði  
– Bachelor í løgfrøði5458
– Diplom í web-menning43
– Hjánám í føroyskum14
– Hjánám í samfelagsfrøði4 
– Hjánám í søgu2 
– M.A. í Føroyskum16
– M.A. í løgfrøði83
– M.A. í søgu23
– Embætisprógv í lóg 13
– M.Sc. í heilsuvísindum 28
– M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði1516
– M.Sc. í dátuvísindum1216
– Master í leiðslu og skipan2215
Tilsamans383379

*Tølini við skákskrift vísa útbúgvingar, sum seinast høvdu upptøku í 2023, so hesi tølini telja ikki við í samlaða talinum av umsóknum fyri 2024. Tó eru tey við fyri at kunna samanbera einstøku útbúgvingarnar eisini

 Innleiðsludagur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í august í fjør. Her eru tað starvsfólk á Lestrarskrivstovuni, sum taka ímóti og skriva nýggj lesandi inn