39 námsfrøðingar fingið prógv

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað er eingin loyna, at tað er brúk fyri námsfrøðingum her á landi, og stórur gravgangur er eftir útbúnum námsfrøðingum. Á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava tey av hesum sama úr at gera við at fyrireika tvífaldaða upptøku á hesi útbúgvingini til næsta lestrarár.

– Tí er tað so gleðiligt, at vit júst nú hava fingið ikki færri enn 39 nýggjar námsfrøðingar, sum við góðari fakligari barlast kunnu geva sítt íkast til námsfrøðiøki, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Útbúgvingin, sum tekur fýra ár, hevur givið teimum førleika at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum.   

Tikið verður saman um í matarhøllini á Námsvísindadeildini á Setrinum (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

Tann 23. juni verður stóra árliga prógvhandanin hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, tá vit fagna øllum teimum, sum hava fingið Setursprógv hetta seinasta árið.

Seinasta – og størsta – ódnartakið var bachelorritgerðin. Her eru tær allar, og nú er prógvið komið undir land (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya