400 fólk til EM-endaspæl í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í mai verður størsta fótbóltskapping í Føroyum nakrantíð, tá EM-endaspælið fyri U17 gentur verður spælt á Tórsvølli og á Djúpumýru. Tað skriva FSF.

Evropameistarin 2025 fyri U17 gentur í fótbólti skal kjósast í Føroyum. Frá 4.- til 17. mai verður Fótbóltssambandi vertur fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum.

Í dag eru júst hundrað dagar, til kappingin byrjar.

Fyrireikingarnar hava verið í gongd leingi hjá spælarum, venjarum og starvsfólkum í FSF. Umframt Føroyar, verða sjey onnur lond við í kappingini.

Bruttohópurin og toymið rundan um føroyska liðið hevur vant regluliga allan veturin.

Væntandi koma áleið 400 fólk við beinleiðis tilknýti til kappingina til Føroya hesar dagar, og fleiri viðhaldsfólk kunnu eisini væntast.

Dystirnir í EM-endaspælinum verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík. Venjingarnar fara fram á ymsum vallum kring landið.