, ,

45 útlendsk cruise skip vitja Tórs­havnar Havn í ár

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tann bretska cruise ferjan Bolette vitjaði Havnina í seks tímar hósdagin 19. september. Hetta var ársins onnur og seinasta vitjan í Havn av tí 238 metrar langa ferða­fólka­skipinum hjá Fred. Olsen Cruise Lines.

Sum ferðamál er tann føroyski høvuðsstaðurin helst væl umtóktur millum kundar hjá Fred. Olsen, tí fyri komandi ár eru tríggjar vitjanir av Bolette bókaðar sambært Tórs­havnar Havn.

Bolette kann taka upp til 1.338 ferðafólk, upplýsir reiðaríið, sum tó leggur dent á at skipið er innrættað til at geva sera gott pláss til tey ferðandi. Talið á kabinum er 690 til ferðafólk og 645 til manning.

Higartil í ár hava 43 útlendskar cruise vitjanir verið á Havnini, og út frá at tvær bókaðar vitjanir eru eftir kunnu vit staðfesta at talið á teimum í 2024 verður tilsamans 45.