50 hvalir gjørt landgongd á Suðuroyggjum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fleiri enn 50 grindahvalir gjørdu fyrradagin landgongd á Isle of Lewis, sum er ein av Suðuroyggjum.

Sambært The Guardian komu bjargingarfólk á strondina í Traigh Mhor, tá tað frættist, at um 55 grindahvalir høvdu gjørt landgongd har, men tað gjørdist skjótt greitt, at bert eini 15 hvalir vóru framvegis á lívi.

Roynt varð fyrst at fáa tveir av hvalunum, ið lógu í sjóvarmálanum, út aftur á djúpri sjógv, og annar teirra megnaði at svimja burtur, tá tað fløddi. Hin hvalurin svam kortini beint upp aftur á turt, har hann seinni doyði.

Seinni varð avgerð tikin um at avlíva allar hvalirnar, ið framvegis vóru livandi.

Tað er ikki heilt greitt, hví hvalirnir gjørdu landgongd, men kavarar frá The British Divers Marine Life Rescue halda, at møguliga skuldi ein av hvalunum eiga á grynnuni, og at flokkurin í sambandi hevur rent seg fastan har.