50 seglbátar í Vági í summar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í summar hava 50 seglbátar við meira enn 120 fólkum umborð vitjað í Vági. Fyrsti báturin kom um miðjan mai, og síðan hava nógvir lagt leiðina inn á Vágsfjørð. Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sín.

Bátarnir koma ofta sunnanífrá, eftir at hava silgt framvið bretsku oyggjunum. Vágs havn er fyrsta havnin hjá teimum í føroyskum sjóðøki. Manningin steðgar vanliga í nakrar dagar, og manningin rindar møðina eftir ein túr á góðar 36 tímar.

Ferðafólkini brúka eisini ferðavinnuhentleikarnar í Vági og í oynni, áðrenn leiðin gongur norðureftir til Havnar. Afturmeldingarnar eru góðar, og fleiri bátar steðga aftur í Vági á veg suður aftur.

Talið av seglbátum er økt hvørt ár. Tað samsvarar við menningararbeiðið fyri Vágs havn og ferðavinnuna.

– Tað hevur alt at siga, at image’ið hjá Vágs Havn er jaligt, sigur Marin H. Gårdlykke.

Tænasturnar eru betraðar, millum annað við tráðleysum neti á kaiini. Havna- og vinnunevndin hevur samtykt at menna havnina, so hon gerst ein sterkur maritimur depil í Suðuroynni.

Flestu bátarnir eru úr evropeiskum londum, men onkur kemur heilt úr Avstralia og Saint Vincent og The Grenadines