,

56 skótar úr Føroyum á heimsins størstu skótalegu

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tann 22. juli fer eitt ferðalið við 56 skótum úr Føroyum við kós móti Suðurkorea.

Leiðin gongur til SaeManGeum, har skótarnir skulu vera á Jamboree frá 1. til 12. august.

Jamboree er altjóða skótalegan, ið verður hildin fjórða hvørt ár, og sum uttan samanbering er tað størsta, sum ein skóta kann uppliva í skótatíðini.

Saman við skótum frá 152 ymiskum londum skulu skótarnir úr Føroyum halda legu á SaeManGeum, sum er ein turrløgd rísmark, og sum er gjørt til eitt rætt paradís fyri skótar.

Um 40.000 luttakarar verða á leguøkinum, sum er umleið seks kilometrar breitt og tveir kilometrar langt, og á leguni fara skótarnir at virka undir temanum “Draw your dream”, ella “Tekna tín dreym”, sum skal fáa skótarnar at vísa, skapa og liva nýggjar dreymar.

Á leguni sjálvari verður gerandislívið kanska eitt sindur øðrvísi, enn skótarnir eru vanir við í Føroyum ella frá øðrum legum. Tjøldini standa longu klár, tá skótarnir koma á leguna, og matgerð fer ikki at ganga fyri seg á báli ella á sprittkøki, sum annars er gerandiskostur her um leiðir.

Fyri at luttaka á leguni sum skóti, skal skótin vera millum 14 og 18 ár, og av tí at jamboreein verður einans hildin fjórða hvørt ár, ber bert til at fara á eina jamboree sum skóti.

Tað eru tó ikki bara skótar, sum eru á jamboreeini, tí hópin og hópin av arbeiðsfólki er eisini við, soleiðis at legan koyrir eftir ætlan.

Legan sjálv er frá 1. til 12. august, men føroyska ferðaliðið ferð avstað longu 22. Juli. Hetta er tí, at saman við danska ferðaliðnum skulu føroyingar í vikuni undan leguni ferðast í Suðurkorea, millum annað í høvuðsstaðnum Seoul, har endamálið er at læra eitt sindur um vertstjóðina fyri Jamboreeina.

Tað er skótarørslan í Suðurkorea, ið skipar fyri Jamboreeini fyri altjóða skótafelagsskapin WOSM (The World Organization of the Scout Movement).