Á heysti 2021 skrivaði Føroya Tele undir stóra, týðandi avtalu við altjóða tøknirisan Ericsson um nýtt farnet við 5G-tøkni. Arbeiðið við at skifta og útbyggja sendistøðirnar í netinum fór av bakkastokki í juni 2022, og í november sama ár var hesin partur liðugur.
Tá vóru gott og væl 165 sendistøðir skiftar út og fleiri enn 30 nýggjar sendistøðir settar upp. Síðani hevur arbeiðið snúð seg um at neyvstilla sendinetið samtíðis við, at næsti partur av verkætlanini, sum er at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini, fór í gongd.
Heilt frá byrjan hava stórar uttaneftir avbjóðingar tó darvað pørtum av verkætlanini, og nú føra hesar til lutfalsliga stórar seinkingar av allari verkætlanini. Í flestum førum hava tær sín uppruna í koronufarsóttini, sum hevur loypt ólag í veitingarketurnar av tøkniligari útgerð.
– Vit hava veruliga fingið sviðan at kenna, tá ið vit fóru at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini. Veitarar við stórum týdningi hava ikki megnað at veitt útgerð til tíðina, og vit hava tískil verið noydd at kanna nýggjar loysnir, sum hava ført til enn og fleiri seinkingar, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Í flestum førum eru góðar tøkniligar loysnir funnar, men í einstøkum førum hava loysnirnar ikki lokið tøkniligar standardir og treytir, og tey krøv, sum eru sett.
– Tað harmar okkum almikið, at 5G-verkætlanin er seinkað, og at kundarnir framvegis ikki hava fingið atgongd til 5G og allar teir nýggju hentleikarnar, sum farnetið fer at bjóða. Gjøgnum alla verkætlanina hevur verið lagt nógv fyri at órógva kundarnar sum minst, hóast talan hevur verið um landsumfevnandi arbeiði og stór inntriv í alt farnetið. Málið er í eygsjón, nú síðsti partur er í gongd, og vit gleða okkum at bjóða øllum føroyingum á nýggja heimsklassanetið í heyst, sigur Símun Skaalum.
Føroya Tele og Nema hava gjørt avtalu um at samstarva um nýggja farnetið. Avtalan kemur í gildi, tá ið nýggja netið verður tikið í nýtslu, og tá ið samstarvið er góðkent av Kappingareftirlitinum.