, ,

6 chilenar blakaðir út fyri 6.

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tann 11. juli 2007 vórðu 6 chilendskir landsliðsleikarar bannaðir í 20 dystum hvør og sluppu ongantíð at vera liðskiparar.

Chilendska fótbóltssambandið kom við banninum fyri atburð, sum hendi undir Copa América sama ár, men vildi ikki greiða gjøllari frá misbrotinum, men segði bara, at talan var um “innanhýsis lýdnisbrot”. Talan var um miðvallarleikaran og liðskiparan, Jorge Valdívia, áleyparan Reinaldo Navia, og verjuleikararnir Álvaro Ormeño, Rodrigo Tello, Jorge Vargas og Pablo Contreras.

Fráboðanin kom dagin eftir, at Chile varð varpað úr kappingini av Brazil í fjórðingsfinaluni, men hendingin, ið sipað varð til, hendi eftir seinasta dystin í bólkaspælinum. Meðan fleiri leikarar fegnaðust um víðari luttøku, so gjørdu seks leikarar seg eftir øllum at døma kynsliga inná tvær borðternur á gistingarhúsinum hjá leikarunum. Álvaro Ormeño hevur allatíðina hildið uppá, at hann var ósekur og tað hevur hann ongantíð lagt skjól á.

Eftir at hava sitið tíggju av teimum upprunaligu tjúgu dystunum av, skrivaði fimm av leikarunum undir eina umbering og vórðu innkallaðir aftur til landsliðið, har Valdívia og Contreras spældu undir HM 2010 (Tello varð eisini úttikin, men spældi ikki). Ormeño stóð kortini við sítt og tvíhelt um, at hann var ósekur og spældi ongantíð aftur fyri Chile.