Óttast verður, at fleiri enn 60 migrantar eru sjólátnir vestan fyri Grønhøvdaoyggjar á vestursíðuni á Afrika, eftir at báturin, ið tey ferðaðust í, varð funnin í gjár.
Altjóða stovnurin fyri migratión (IOM) sigur sambært The Guardian, at eitt fiskifar kom fram á bátin mánadagin og boðaði myndugleikunum á Grønhøvdaoyggjum frá, og at 38 fólk, teirra millum fýra børn, eru bjargað av bátinum.
Upprunaliga varð boðað frá, at báturin var sokkin, men síðani varð gjørt greitt, at báturin hevði rikið fyri vág og vind.
Báturin kom frá Senegal, og upprunaliga vóru fleiri enn 100 fólk umborð, men sambært IOM eru myndugleikarnir komnir fram á sjey lík umborð, umframt at 56 fólk eru framvegis ikki komin aftur í aftur.
Hildið verður, at báturin hevur verið á sjónum í meira enn ein mánaða, og tey yvirlivandi eru nú í viðgerð fyri dehydrering, og eisini verða tey kannað fyri sjúkur, so sum malaria.
Sambært BBC legði báturin frá landi úr bygdini Fasse Boye í Senegal, og nógv tey flestu umborð vóru frá somu bygd og sama samfelag. Av somu orsøk sita nógv eftir í Fasse Boye sum vilja vita, um tað er tærra nærmastu, ið teljast millum tey yvirlivandi.
Í sambandi við hendingina hava myndugleikarnir á Grønhøvdaoyggjum gjørt greitt, at altjóða samfelagið má gera sítt fyri at forða fyri, at migrantar lata lív á sjónum, og eitt talsfólk fyri IOM sigur, at trotið av tryggum leiðum til migrering loyvir mannasmugglarum at gera sær dælt av støðuni og at senda migrantar avstað á vandamiklar leiðir til onnur lond.