7.b í Eysturskúlanum eru Ársins Vitanarfróðu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

7. b í Eysturskúlanum hevur vunnið heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025 við frágreiðingini Hví droyma fólk?. Í dag, hósdagin 12. juni, varð heiðurin kunngjørdur, og næmingarnir fingu heiðursskjal og vinning upp á 3.000 krónur.

    Dómsnevndin leggur dent á, at uppgávan hevði eitt originalt evni og ein áhugaverdan undranarspurning. Hon var væl greinað, og næmingarnir vístu, at teir dugdu at brúka arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Teir høvdu góðar frágreiðingar og hugleiðingar um dreymar og teirra týdning, og tað var forvitnisligt at lesa, hvat teir kundu hugsað sær at granska víðari.

    Í vinnandi bólkinum vóru Brandur, Pætur, Baltasar, Róaldur og Prince, sum sýndu stórt ágrýtni og dugnaskap í arbeiðinum.

    Eisini varð eitt serligt herðaklapp givið 5. b í Skúlatrøð fyri teirra sjálvstøðuga rannsóknararbeiði um smakkin av vatnmelón og sitrón, har tey royndu at broyta smakkin við at brúka salt og sukur. Teir fingu 1.500 krónur í heiðursløn.

    Kappingin, sum í ár hevði níggju frágreiðingar frá fýra skúlum, verður framyvir skipað av Námi.

    Dómsnevndin, sum metti um frágreiðingarnar, var mannað av Inga Heinesen Højsted, granskara, Henny Dánialsdóttir og Boga Otthamar, lærarum og ráðgevum á Námi, og Brynhild Næs Petersen frá Granskingarráðnum.


    Á myndini eru umframt vinnarabólkin frá vinstru: Bogi Otthamar, Ingi Heinesen Højsted, Annika Sølvará og Johann Petersen, lærari í Eysturskúlanum.