700 fólk renna og ganga í Tórhavn Marathon í dag klokkan 13

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag verður høvuðsstaðurin fyltur við rennarum úr 34 ymiskum londum, sum kappast í Tórshavn Marathon.

Hetta er 23. árið á rað, at rennitiltakið verður hildið, og øll kunnu vera við – bæði til heilt og hálvt marathon, 10 km, 5,5 km ella ganga hálvt marathon.

Ítróttafelagið Bragdið hevur fyrireikað tiltakið í nærum eitt ár, og umleið 100 sjálvboðin hjálparfólk hava hvør sína uppgávu bæði á degnum og í mánaðarnar frammanundan.

Runnið verður úr Vágsbotni og runt í Havn, og teinarnir til heilt og hálvt marathon ganga norður móti Sund og Kaldbak, áðrenn leiðin gongur aftur til Vágsbotn. Gongufólkini byrja í Kaldbak og verða koyrd við bussi av farstøðini klokkan 12.30.

Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin verður ein renniveitsla fyri øll, og tónleikur verður á rutuni og við málið.

Rynkeby súkklarar fara aftur í ár at fylgja fremstu rennarunum. Ferðslan í býnum og út móti Kaldbak verður avmarkað, men vaktarfólk eru til staðar og hjálpa fegin.

Startskotið til Tórshavn Marathon verður klokkan 13.00 í Vágsbotni, og fyrireikararnir vóna at fólk verða á rutuni at stuðla rennarunum.