Tey, ið luppu við lívinum a skipinum, sum sakk sunnanfyri Grikkaland og, sum er ein tann ringasta sjóvannlukkan í flóttafólkastreyminum í Europa, siga at næstan 100 børn vóru umborð.
Minst 78 fólk hava latið lív í vanlukkuni, sum hendi mikumorgunin 80 km í ein útsynning úr Pylos. Ikki øll fólkini eru funnin enn, so talið kann skjótt vaksa. Tað sigst at umleið 750 fólk vóru í skipinum, sum holvdist og sakk.
Funnist verður at grisku sjóverjuni fyri ikki at vera nóg skjót við hjálpini, men sjóverjan sigur at skipið ikki ynskti at fáa hjálpina.
Bjargingarfólk leita framvegis eftir fólki í griskum sjógvi.
Flóttarnir vóru úr Libya á veg til Italia.
Meira kann lesast her á BBC:
Greece boat disaster: Capsized boat had 100 children in hold – reports – BBC News