8.000 flóttafólk komin til Lampedusa

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað eru meira flóttafólk enn fastbúgvandi fólk á lítlu italsku oynni Lampedusa, sum liggur skamt eystanfyri Tunesia – miðskeiðis millum Tunesia og Malta.

Beint yvir 6.000 fólk eru skrásett at búgva á oynni.

Flóttafólkini, ið eru komin til oynna, koma úr Libya og Tunesia, og serfrøðingar siga, at hetta eru veðurlags-flóttafólk, sum flýggja undan heita veðrinum, sum hevur oyðilagt landbúnað og fenað.

Støðan á oynni verður lýst sum at vera kritisk, og undantaksstøða er eisini lýst at vera. Flóttafólk hava verið noydd at bíða leingi, áðrenn teirra sak kemur fyri, og tað er eisini komið til ilnar millum flóttafólk og løgreglufólk.

Flóttafólkamóttøkan á oynni hevur ikki havt møguleika at veita øllum innivist

Borgarstjórin í Lampedusa bað fyrr í vikuni italska forsætisráðharran, Meloni, um hjálp, tí oyggin druknar í flóttafólkum, sum hann málber seg, sambært ANSA-tíðindastovuni.

Italska stjórnin hevur svarað aftur við at biðja onnur lond um hjálp.

– Italia hevur tørv á altjóðari hjálp í samband við nýggju bylgjuni av flóttafólkakreppuni, sigur uttanríkisráðharrin í Italia, Antonio Tajani.

Les meira:

https://www.fm1.fo/2023/09/13/lampedusa-druknar-i-flottafolkum/