87 prosent av fjarhitanum kom frá avlopshita

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Oljan er støðugt minkandi sum orkukelda í fjarhitaskipanini. Í 2024 komu 87,5 prosent av fjarhitanum frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum og Biogassverkinum Förka.

51,6 prosent av hitanum komu frá Kommunalu Brennistøðini, 26,6 prosent frá Sundsverkinum og 8,1 prosent frá biogassverkinum Förka. Hetta merkir, at bert 12,7 prosent kom frá oljuketlum, sum er minkað frá 15 prosent í 2023.

– Vit kunnu serstakliga fegnast um, at gassoljan nú bert er 5,5 prosent av orkukeldunum hjá Fjarhitafelagnum,” sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitafelagið heldur grønu kósina og hevur sum mál at minka um nýtsluna av olju. Næsta stigið er ein elketil við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum.

Sethús, raðhús og íbúðir stóðu fyri 59 prosent av samlaðu nýtsluni í 2024. Talið av brúkarum í fjarhitaskipanini er vaksandi, við áleið 100 nýggjum brúkarum árliga frá 2018-2024.