,

AB og FCK gerast samstarvsfeløg

Skrivað

FM1

Dagfesting

Kunnu frensar og leyvur spæla saman?

Jú, tað ber til – á fótbóltsvøllinum.

– Frá 1. januar í ár eru vit so heppin, at AB og FCK eru vorðin samstarvsfeløg, skrivar høvuðsungdómsvenjarin í AB, Philip Eades, í einum boðum.

Hetta merkir millum annað, at FCK fer at skipa fyri fótbóltsskúlum fyri børnum í leypi av árinum. Hetta eru ungdómar frá U7 og upp til U13.

Høvuðsungdómsvenjarin kunnger eisini, at felagið fer at hava venjarafundir, har venjarar á Argjum fara at fáa frálæru í, hvussu venjingar kunnu verða lagdar til rættis – við hjálp frá FCK. Samstarvið fer eisini at síggjast aftur á annan hátt, lovar høvuðsungdómsvenjarin.

– Eg síggi fram til eitt spennandi 2024 saman við tykkum í felagnum, skrivar Philip Eades, høvuðsungdómsvenjari í AB.

Philip Eades er 50 ára gamal, og kemur úr Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar royndir við at venja ungdóm og arbeiða við fólki.

Hann hevur UEFA B-venjaraprógv og er eisini útbúgvin námsfrøðingur. Í fleiri ár hevur danin starvast sum ungdómsvenjari hjá millum annað B1903, ið er eitt danskt høvuðsstaðarfelag við tilknýti til FCK.

Seinastu tvey árini var hann, áðrenn hann kom til AB, høvuðsungdómsvenjari hjá Nørrebro United, har felagið hevur upplivað eina stóra øking í limatalinum, meðan Philip hevur staðið við róðrið, skrivaði AB í fjør í samband við, at Philip Eades var settur sum høvuðsungdómsvenjari í AB.

(Dagført klokkan 16:43)