Tveir venjarar úr føroyskum fótbólti gera seg galdandi uttanlands. Talan er um Erik Ernesto Nielsen, sum er ítróttarstjóri hjá Sønderborg FC og frammanundan hevur verið hjálparvenjari hjá Kolding IF í næstbestu donsku deildini, og Mikkjal Thomassen, sum hevur ført Fredrikstad uppaftur í bestu norsku deildina.
Ein triði venjari hevur verið upp á tal sum ungdómsvenjari hjá FS Metta í Riga. FS Metta spælir í bestu lettisku deildini, men Oddur Olsen valdi at takka nei til tilboðið.
Seinastu árini hevur Olddur virkað sum ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum umframt at vera høvuðsvenjari hjá HB í 1. deild hjá monnum, har hann saman við Jens Eriki Rasmussen hevur skula fyrireikað ungdómsleikarar hjá HB til vaksnamannafótbólt; sonevndir venjingarleiðarar.
Leikluturin hjá hjá Odduri hevur verið tvíbýttur. Onnur uppgávan er at hava yvirskipaðu ábyrgdina av menningini hjá U15- og U17-dreingjunum, har uppgávan hevur verið at leikararnar klárar til vaksnamannafótbóltin. Hin uppgávan verður so at vera høvuðsvenjari hjá 1. deild, sum er seinasta lopfjølin áðrenn tann heilt stóra pallin – Betri deildin.
Oddur Olsen fer í gongd við 15. árið sum venjari og talan er um hálvtíðarstarv. Sáttmálin er galdandi í tvey ár og Oddur skal eisini arbeiða í tøttum samstarvi við nýggja venjaran hjá HB, Adolfo Sormani.
NB til greinina! Mikkjal Thomassen tók UEFA A-prógv hjá DBU og UEFA Pro-prógv í Norra, men vit kunnu frøast um, at 2 venjarar gera seg galdandi á høgum stigi.
