,

Føroysk vektlyfting fingið atlimaskap í IWF

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

IWF er heimssamgongan fyri olympiska vektlyfting, og aðalfundurin, sum varð hildin í Phuket í Teilandi, játtaði Føroyum atlima- ella assosieraðan limaskap.

Hetta merkir, at føroyskir vektlyftarar kunnu nú kappast í heimsmeistarakappingum undir føroyskum flaggi.

Tað skrivar Styrkisambandið í tíðindaskrivi.

Føroya Styrkisamband hevur tó ikki atkvøðurætt á aðalfundinum.

Styrkisambandið sigur, at umsóknin um limaskap varð latin IWF fyri tveimum árum síðani, og drúgt arbeiði hevur síðan verið at útvega tilfar um formlig viðurskifti, mál og avrik við góðari hjálp frá ÍSF.

– Fyri hálvum triðja ári síðani søkti FSS eisini um limaskap í European Weightlifting Federation (EWF), europeisku vektlyftingssamgonguni. Formligar ásetingarnar hjá EWF siga tó, at eitt land fyrst skal hava limaskap í IWF. Nú er tað upp á pláss, og farið verður nú beinanvegin undir at samráðast víðari við EWF um limaskap, skrivar Styrkisambandið.

Styrkisambandið fekk fyri tveimum árum síðan limaskap í norðurlendsku vektlyftingssamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF.

– Um ikki so langa tíð verða væntandi allir tríggir altjóða limaskapirnir upp á pláss. Tá kunnu føroyskir vektlyftarar lyfta undir Merkinum um allan heim, skrivar Føroya Styrkisamband.

Føroya Styrkisamband varð stovnað í 2019 sum menningarsamband undir ÍSF og fevnir um fýra styrkigreinar: Vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi.