Herfyri var toymið hjá lestrarvegleiðarunum á Fróðskaparsetrinum á Miðnámi á Kambsdali, har elstu næmingarnir fingu høvi at kunna seg um møguleikarnar, sum eru at taka eina hægri útbúgving á okkara universiteti.
Fyrrapartin í dag hevur Setrið, saman við Vinnuháskúlanum og Hægri Námi, verið á Glasir, har básar eru við fólki og tilfari til tey ungu, sum umhugsa at fara undir hægri útbúgving.


Í morgin, 11. apríl, verður Fróðskaparsetrið á Tekniska skúla í Klaksvík á Mýrivegi 2, har básur verður uttan fyri miðlasavnið.
Seinni í mánaðinum verður eisini farið á Miðnám í Vestmanna og Miðnám í Suðuroy.
Umsóknarfreist til kvotu 2 er 15. apríl og til kvotu 1 tann 1. juli.