Dómur sagdur í stóra 50 kilo hassjmálinum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Dómur er nú sagdur í stóra hassjmálinum, har ein nøgd upp á 50 kilo av hassji varð smuglað til Føroya.

– 50 kilo er ein sjálvsama stór nøgd av hashi og er tann størsta einstaka nøgdin av hashi, sum dómur er fallin um í Føroya Rætti. Virðið á gøtuni av slíkari nøgd er uml. 12.500.000-15.000.000 krónur, skrivar Føroya Politi.

Tveir mans – tveir føroyingar – vóru handtiknir fyrst í august í fjør, meðan tann triði – ein litavi – var handtikin mitt í august í fjør. Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at hassjið var partur av eini størri nøgd uppá 50 kilo, sum var komið til Føroyar í mai mánað í fjør.

Tað var ein samdur dómsmansrættur í Føroya rætti, sum dømdi menninar.

Annar føroyingurin fekk tvey ár og tríggja mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, meðan hin fekk tvey ár og sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Rætturin legði millum annað dent á, at tann, sum fekk tvey ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, hevði játtað seg sekan og hevði hjálpt politinum í kanningararbeiðnum. Føroya Rættur metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at litavin hevði lut í innsmuglingini og søluni av hashinum. Hann bleiv tí fríkendur fyri ta ákæruna. Hann fekk tó fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og frælsistøku.

Afturat fongsulsrevsingini, so konfiskeraði rætturin tveir bilar, sum føroyingarnir høvdu keypt fyri pengar frá sølu av hassji, umframt 200.000 krónur, sum var mettur vinningur fyri sølu av hashi.

Litavin var útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

Málið kann kærast innanfyri 14 dagar.

Menninir vóru allir varðhaldsfongslaðir eftir dóm og sita í fyrstu syftu varðhaldsfongslaðir, til støða er tikin til spurningin um kæru.