,

Fleyr endaði kappingina við einum sigri

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr – ÍF 3-0 (25-8, 25-19, 25-22)

At siga at bronsuveitslan hjá ÍF er útsett, er helst at taka munnin ov fullan, tí neyvan hevði tað stóra ballið verið í Fuglafirði, hóast ÍF vann bronsu í flogbólti, men í hvussu so er høvdu fuglfirðingar í gjárkvøldið møguleikan at tryggja sær bronsuna við sigri á Fleyr, men fóru tómhentir heimaftur, tí Fleyr vann tryggan 3-0 sigur.

Tað vóru longu tíggju stig á muni í fyrsta setti, tá Mattias Nolsøe Isaksen fór at serva við støðuna 18-8, og hann servaði settið heim – við m.a. tveimum essum.

ÍF fylgdi betur við í øðrum setti, men við 16-15 slitnaði millum liðini, og Fleyr fór upp á 21-15 eftir góðar servur frá Rasmusi Potts, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Triðja settið var tað besta hjá ÍF, sum fór framum 10-7 og fylgdi annars við til 15-15, tá Fleyr dró frá og legði seg á odda 24-19, men tað var ikki fyrr enn við fjórða dystarbóltinum, at Fleyr endiliga vann settið 25-22, tá servan hjá ÍF brast í netið.

Við teimum trimum stigunum fór Fleyr eitt stig framum ÍF, men hetta var síðsti dystur hjá Fleyr í kappingini, so tí kann ÍF framvegis tryggja sær bronsumerkini í sínum síðsta dysti, sum er ímóti Ternuni, sum higartil einki sett hevur vunnið og tíansheldur nakað stig.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:

Nr.LiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir153039
2152436
3Fleyr16-420
4ÍF15-519
5Ternan15-450

Kelda: Flogbóltssamband Føroya