Fýra vikur í varðhaldi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seinnapartin í gjár var ein maður í 30-unum førdur fram fyri Føroya rætt, har hann er skuldsettur fyri harðskap, grovan harðskap og fyri hóttanir í Klaksvík sunnumorgunin, har millum annað knívur var á lofti.

Fyrradagin var ein knívur funnin á vágni í Klaksvík, ið hevur samband við harðskapshendingina sunnumorgunin millum skeinkistaðið Mollys og har, sum Kiosk Vár fyrr helt til.

Ákæruvaldið bað um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, fyri at hava hóskandi tíð at kanna málið víðari, og tað gav rætturin løgregluni viðhald í.

Les meira:

https://www.fm1.fo/2024/04/16/hardskapsmal-i-klaksvik-madur-i-30-unum-fyri-foroya-raett-i-dag