,

Aleksandar Jovevic og ÍF skiljast

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

ÍF boðar frá, at samstarvið millum felagið og venjaratoymið, Aleksandar Jovevic og Bartal Eliasen, er endað.

– Partarnir eru vorðin samd um at enda samstarvið. ÍF takkar Alexandar og Bartali fyri tíðina og ynskja teimum alt tað besta framyvir, skrivar ÍF.

Felagið skrivar víðari, at arbeiðið at finna nýtt venjaratoymi til besta mansliðið er farið í gongd.

Eftir fimm teir fyrstu dystirnar í Betri Deildini hjá monnum, so liggur ÍF nummar tíggju við ongum stigi, og við einum málmuni upp á -23.