Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Norðragøtu, við innkoyringina til Magn í Gøtudali, tá ið tveir bilar rendu saman.
Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at annar bilførarin helt ikki víkiskylduna.
Sum skilst var eingin fólkaskaði, men trý fólk vórðu send á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men vaktleiðarin sigur, at tey ikki høvdu fingið nakran skaða.
Bilarnir fingu nakað av skaða, og stoytkoddar í báðum bilum vórðu blástir út av stoytinum.
