,

Jóhan á Plógv vrakaður

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Jóhan á Plógv Hansen er ikki millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen hesa ferð, nú danska hondbóltslandsliðið skal spæla tveir venjingardystir í komandi mánað í fyrireikingunum til OL-endaspælið í summar. Talan um er tveir dystir í Golden League. Tann fyrri verður móti Noregi 11. mai, og tann seinni verður móti Kroatia 12. mai.

Hin “føroyingurin” á liðnum, Hans Lindberg, sum hevur ættarbond til Trongisvágs, er heldur ikki millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen á hesum sinni. 

Mikkel Hansen er heldur ikki úttikin dystirnar móti Norra og Kroatia, men hann verður spardur hesa ferð, sigur landsliðsvenjarin.

Mikkel Hansen er júst komin aftur eftir skaða.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Niklas Landin, Aalborg Håndbold
Emil Nielsen, FC Barcelona

Vengur:
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Oskar Vind, GOG

Strikuleikarar:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Simon Hald, Aalborg Håndbold
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt

Bakkar:
Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Mads Mensah, Flensburg-Handewitt
Jacob Holm, Paris Saint-Germain
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Mads Hoxer, Aalborg Håndbold

Frá 25. juli til 11. august verður olympiska endaspælið í hondbólti spælt í franska høvuðsstaðnum, París.

Danmark er í bólki saman við vertunum, Fraklandi, sum vann EM-finaluna móti Danmark í januar, Norra og Ungarn, umframt Egyptaland.