Tá ein popp-stjørna við 292 milliónum fylgjarum á Instagram koyrir okkurt út á sín profil, so verður tað lagt til merkis.
Herfyri koyrdi Justin Bieber eitt videobrot út á sín Instagram-profil, har hann græt og tað gekk ikki rúm tíð, so høvdu fleiri miðlar skriva søgur um, at hann ikki hevur tað gott sálarliga í løtuni.
Popp-stjørnan hevur svarað aftur við at leggja ymisk videobrot út við kristiligum innihaldi á sín almenna Instagram-profil, og tað seinasta videobrotið, hann hevur koyrt út, er eitt videobrot, har føroyska landslagið sæst, meðan ein bøn verður søgd.
Í videobrotinum sæst Ásmundarstakkur, sum er vestanfyri Sandvík.
Videobrotið, sum bleiv lagt út á hansara almenna Instagram-profil í gjárkvøldið, hevur fingið umleið 300.000 likes.
Videobrotið sæst her: