Ljóðbrot: Opfind.nu hjálpir fólki at gera hugskot og uppfinningar til veruleika

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Liggur tú inni við einum hugskoti ella onkrari uppfinning, ið bert manglar tað seinasta skumpið til at gerast veruleiki, so ber millum annað til at fáa hjálp inni á heimasíðuni opfind.nu.

Opfind.nu veitir ókeypis ráðgeving til fólk, ið liggja inni við einum hugskoti ella uppfinning, har fólkini handan opfind.nu bjóða ráðgeving, vegleiðing og hølir til fólk, sum kundu hugsa sær at gjørt eina uppfinning til veruleika.

FM1 fekk eitt lítið prát við Lasse Jønsson, ráðgeva hjá opfind.nu, ið er komin til Føroya til millum annað at hoyra um hugskot og uppfinningar hjá føroyingum á Tonik-ráðstevnuni.

Lasse sigur, at hann brennur fyri at skapa vøkstur í samfelagnum, og hevur nógvar royndir við, hvussu ein skapar eitt nýtt virki, samstundis hvussu tú fært mest burturúr og víðkar um verandi handilsøki.

Ráðgevin ferðast nógv í ríkinum, har hann vitjar samstarvsfelagar og roynir at velta upp nýggjar møguleikar – eisini her í Føroyum.

Hoyr samrøðuna her:

Opfind.nu er fíggjað av Uddannelses- og Forskningsstyrelsen og Teknologisk Institut í Danmark.

Her ber til at síggja eitt sindur um, hvat opfind.nu er: