Aðalfundurin byrjaði við, at forsetin, Elin H. Joensen, legði ársrfrágreiðingina fram. Hon legði eitt nú dent á postiva andan, ið merkti føroyskan ítrótt í 2023 – og mongu góðu samstørvini, ið hava verið.
Fíggjarligur stuðul til ítrótt
Samtykt varð at skipa eina nýggja Breiddarpulju í ítróttinum, ið skal gera tað lættari hjá feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum ikki snúgva seg um kapping á høgum stigi, men sum hava felagsskap og ítróttargleði í miðdeplinum.
Árliga verða 500.000 krónur settar av til Breiddarpuljuna, og søkjast kann leypandi ígjøgnum árið. Søkjast kann um upp í 30.000 krónur, um talan er um eitt felag/samband, sum skipar fyri – og upp í 50.000 krónur, um fleiri feløg/sambond skipa fyri tiltøkum í felag.
Ein onnur samtykt snúði seg um Úrvalsskipanina, sum hevur virkað í fleiri ár, men sum nú er endurskoðað. Higartil er stuðulin í stóran mun farin til einstøku íðkararnar.
– Sjálvandi skal einstaki íðkarin framhaldandi vera í miðdeplinum, men frameftir skal nakað eisini falla til tað jørðildið, sum úrvalsíðkararnir spretta úr. Pengarnir skulu í størri mun koma fleiri til góðar og røkka longur. Nýggja skipanin hevur íblástur úr grannalondunum, men er kortini snikkað saman til føroysk viðurskifti, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.
