Faxe Kondi heldur fram sum stuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Vit fegnast um, at góða samstarvið við HSF heldur fram. Føroyskur hondbóltur er í eini stórari og spennandi menning og vilja vit vera við á ferðini. Vit eru errin at stuðla føroyskum hondbólti og vilja vit gera okkara til, at karmarnir kring hondbóltin eru so góðir sum gjørligt.

Tað sigur Gunnar Mohr, stjóri í PM-heilsølu, nú heilsølan og Hondbóltssambandið hava gjørt nýggja avtalu, ið hevur við sær, at Poul Michelsen heilsøla – ella Faxe Kondi, sum heilsølan varar av, heldur fram at stuðla Hondbóltssambandinum.

Faxe Kondi hevur millum annað verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015.

– Stóra steypafinaluvikuskiftið er vorðið hæddarpunktið í heimliga hondbóltskappingarárinum, bæði hjá leikarum, familjum, áskoðarum og hondbóltsglaðum føroyingum, skrivar heilsølan.

Nýggi sáttmálin er galdandi í 2025/26.