,

Stórfingin vitjan í Gundadali

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Í 1979 fylti Havnar Bóltfelag 75 ár og felagið legði stórar ætlanir fyri hátíðarhaldið. HB skrivaði til tey 22 feløgini, sum leiktu í bestu ensku fótbóltskappingini. Eini 12 av ensku liðunum svaraðu upp á innbjóðingina, og Coventry var einasta liðið, ið hevði áhuga at koma. Men tað ein kostnaðarmikil verkætlan, tí Coventry setti sum treyt, at teir skuldu fáa £7.000 (uml. 75.000 kr.) fyri at spæla dystin umframt ferð og uppihald, sum skuldu nýtast til lummapening hjá leikarum og leiðarum, meðan teir vóru í New York og vitjaðu vikuna eftir.

Leikararnir hjá Coventry fingu annars í meðal umleið 16.000 kr. í løn um mánaðin umframt eykaágóða. Hetta var bæði eftir føroyskum og enskum viðurskiftum ein rættiliga høg løn, serliga tá hugsað verður um, at t.d. arbeiðsmannalønin í Onglandi tá bert lá um einar 4.000 kr. um mánaðin.

Coventry City varð stovnað í 1883 undir navninum Singers Football Club. Navnið varð broytt til Coventry City Football Club í 1898. Coventry vann í 1964 kappingina í 3. deild í Onglandi og flutti sama ár upp í 2. deild. Í 1967 gjørdust teir vinnarar í 2. deild og fluttu upp í 1. deild, har liðið hevði spælt síðani. Besta úrslitið hjá Coventry í 1. deild hevði verið nr. 6 kappingarárið 1969-70. Undan ferðini til Føroya endaði liðið á 7. plássi kappingarárið 1977-78 og nr. 10 kappingarárið 1978-79.

Tað var dótturfelagið hjá Føroya Fiskasølu í Grimsby, “Chaldur”, sum leigaði eitt 60-persóna flogfar at gera ferðina, sum kostaði HB 60.000 kr. Flogfarið lendi í Vágum sama dag, sum spælt varð.

Dysturin skuldi byrja kl. 18.45 og tað var dýrsdarveður, tá liðini runnu inn á vøllin kl. 18.30 tann 9. mai 1979. Stívliga 5.000 fólk vóru komin saman at síggja stórdystin millum styrkta HB-liðið og Coventry. Gamla metið var bert tvey ára gamalt. Tað var til avgerandi dystin millum HB og TB í Gundadali í 1977, har stívliga 4.000 áskoðarar vóru møtt til dystin (3.200 atgongumerki vórðu seld). Hesaferð vóru tað 4.258 áskoðarar, sum rindaðu 50 kr í part. Harafturat komu ein rúgva av børnum ókeypis inn, so at tað er ikki ov nógv at siga, at áttandi hvør føroyingur sá henda dyst!

HB’arnir taptu so ruddiliga (0-6), men kundu fingið okkurt málið. Hetta kundi hent longu í 2. minutti, tá Heri Nolsøe knappliga varð leysur inni í brotsteiginum hjá Coventry, hevði hann givið sær betri stundir, so áttu HB’arnir eitt mál har. Teir kundu eisini fingið mál upp í móti endanum av dystinum, tá ein av gestaleikarunum hjá HB, Hans Leo í Bartalsstovu, bert manglaði eina handarbreidd í at fáa høvdið á bóltin framman fyri Coventry málinum.

Býráðsformaðurin í Havn, Petur Christiansen, handaði felagsstjóranum hjá Coventry City, Gordon Milne, eitt risastórt steyp við loki á sum tøkk fyri, at liðið vildi koma higar, og eina heilsan frá Tórshavnar býráð. Gordon Milne takkaði hjartaliga fyri gávuna og helt skemtiliga fyri, at hetta var fyrsta steypið, Coventry hevði ognað sær í fleiri ár.

Gordon Milne handaði síðani HB eina standmynd av Lady Godiva á hestbaki – hesi ediligu kvinnu, sum einaferð í 11. øld reið nakin á hestbaki gjøgnum gøturnar í Coventry sum mótmæli ímóti at skula gjalda skatt! Maður hennara, sum sjálvur hevði álagt borgarunum skattin, vildi bert eftirlíka hennara kravi, um hon reið nakin gjøgnum býin. Hetta er sjálvsama Lady Godiva, sum Queen syngur um í sanginum “Don’t Stop Me Now”.

Gordon Milne var annars fyrrverandi Liverpool-leikari undir Bill Shankly. Í 1983 var hann felagsstjóri hjá Brighton í einari FA Cup finalu ímóti Manchester United. Finalan endaði 0-0 og so mátti ein nýggjur dystur til, sum Manchester United vann 4-0

Seinasti røðari var Finnbjørn H. Dam, formaður í Føroyskt/Bretskt Felag: “Í Føroyum er áhugin fyri enskum fótbólti rættiliga nógv vaksin hesi seinastu árini. Fótbóltsáhugaði lurta hvønn leygardag eftir frásøgnunum, sum enska útvarpið hevur frá teimum ymsu dystunum og fleiri feløg runt um í oyggjunum hava í seinastuni útvegað sær video-sjónvarp, har tey sýna dystir frá ensku fótbóltskappingini og hevur hetta tiltak fingið avbera góða undirtøku millum fótbóltsáhugaði í Føroyum.”

Mánadagin eftir fóru teir til New York, har teir mikudagin skuldu spæla ímóti New York Cosmos við m.ø. Franz Beckenbauer.

HB-Coventry City 0-6 (0-4)

14. min. 0-1: Mick Ferguson

30. min. 0-2: Mick Ferguson

35. min. 0-3: Mick Ferguson

40. min. 0-4: Andy Blair

59. min. 0-5: Ian Wallace

70. min. 0-6: Barry Powell (brt.)

HB: Høgni Mikkelsen, Hallur Andreasen, Eyðun Dal-Christiansen, Óla Jákup Kristoffersen, Heini Joensen, Elias Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Regin Nolsøe, Ernst Dalsgarð, Heri Nolsøe og Suni Jacobsen.

Eykaleikarar: Bent Jákup Hansen, Henning Sejstrup (TB), Sámal á Vágalið (MB), Hans Leo í Bartalsstovu (GÍ) og Jógvan Gregersen (GÍ).

Venjari: Johan Nielsen

Coventry: Les Sealey, Brian Roberts, Bobby McDonald, Ray Gooding, Jim Holten, Mick Coop, Gary Bannister, Ian Wallace, Mick Ferguson, Barry Powell, Tommy Hutchison, Steve Hunt, Jim Blyth, Andy Blair og Graham Oakley.

Felagsstjóri: Gordon Milne

Egga Jensen var dómari, og linjuverjar vóru Eyðfinn Lamhauge og Manne Persson.