Í dag møttust ÍF og MB í 2. deildardysti í Fløtugerði. Ungu ÍF’ararnir gjørdu bart og vunnu heili 11-1, men tað vóru aðrir royndir menn, sum stjólu yvirskriftirnar, tí hóast teir langt síðani hava givið sítt íkast til føroyskan fótbólt og tað fleiri ferðir enntá, so traðkaðu teir aftur til í dag.
Niklas á Líðarenda hevur dømt 425 skrásettar dystir sambært faroesoccer, meðan Jón Kári (Gaja) í Brekkuni og Jóannes Mikkelsen hava vinkað ávikavist 434 og 478 dystir. Tilsamans er talan um 1.337 dystir.
Umframt nevndu leiklutir hava teir eisini virkað í øðrum leiklutum, føroyskum fótbólti at frama.