Mánakvøldið klokkan 18.30 sigur Trygvi Absalonsen beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum Skála og HB, ið verður leiktur undir Mýruhjalla á Skála. Viðmerkjari verður Knút Bjarnaskor Johannessen. Heimildarmaður til dystin við Løkin í Runavík: NSÍ-07 Vestur, ið byrjar klokkan 18.30 verður Trygvi Mortensen, og heimildarmaður til dystin á ovara vølli í Gundadali í Havn millum B36 og EB/Streym verður Bogi Simonsen.