Hoyr frásøgumannin, Sigurjón Einarsson og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen taka samanum 0-0 javnleikin millum B68 og ÍF. Jákup heldur, at ÍF er nógv meira disiplineraðir enn seinast teir vóru á Toftum og tapti 0-1 í kappingini um løgmanssteypið. Hoyr eisini samrøðurnar Sigurjón gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg sum iðrar seg um eitt brent brotsspark o.a. brendar málmøguleikar, og samrøðuna Sigurjón gjørdi við Karl A. Løkin, ið fegnast um broyttan hugburð hjá ÍF, har menn stríðast meira.
