Forðaðu Bygdaleiðum at koyra í morgun

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í morgun sluppu bussarnir, sum koyra millum høvuðsstaðin og Klaksvík ikki avstað, tí fólk, sum eru í verkfalli, forðaði fyri hesum. Fyribils verður ikki koyrt, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Talan er um leið 400 millum Klaksvík og Havnina, og eisini snarbussin, leið 401, á sama strekkið.

Eisini varð forðað fyri, at leið 500 og 504, ið koyra ávikavist til Viðareiðis og Kunoyar, so tær koyra heldur ikki fyribils.

Vegna forðingar í Syðradali, so verður ætlaða koyringin á leið 506, sum er farleiðin millum Trøllanes og Syðradal, heldur ikki gjøgnumførd í dag, sigur Strandferðslan.

Aðrar bussleiðir koyra ikki vegna verkfallið, eitt nú leið 300, sum koyrir úr Havn til flogvøllin.

Eitt nærri yvirlit sæst her.

Strandferðslan fingið undantaksloyvi til at flyta ferðafólk við ferjunum
Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava játtað Strandferðsluni undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant. Strandferðslan fær ítøkiliga undantaksloyvi til at loysa og binda skipini, hava vaktarhald um náttina, vaska umborð og bunkra olju.

Við støði í undantaksloyvunum fer Strandferðslan tí at røkja siglingina á oyggjaleiðunum eftir vanligu ferðaætlanunum. Farmaflutningur við ferjunum er tó fyribils umfataður av verkfallinum, og farmastøðirnar hjá Strandferðsluni avgreiða tí ikki farm.

– Sambært arbeiðarafeløgunum er koyringin hjá Bygdaleiðum, sum í mong ár hevur verið útveitt til privatar busseigarar, umfatað av verkfallinum. Strandferðslan hevur, grundað á sáttmálarnar við busseigararnar, heitt á hesar um at siga frá, hvørjar farleiðir møguliga ikki koyra orsakað av verkfallinum, og hvørjar møguliga koyra, skrivar Strandferðslan.