Um hálvgum átta tíðina í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at omanlop hevur verið á Tjørnuvíkarvegnum, og at tað ikki er koyrandi í løtuni.
Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at eingin hevur fingið skaða av omanlopinum, og at Landsverk hevur fingið boð um at fara og rudda vegin.
Løgreglan visti í morgun ikki at siga, hvussu umfatandi omanlopið hevur verið, men kann staðfesta, at tað ikki er koyrandi beint fyri klokkan átta í morgun.
4,6 milliónir krónur eru settar av til arbeiðið at gera lendisarbeiði klárt umframt aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið, tá arbeiðið við Dalstunlinum er liðugt, kann byrja at gera Tjørnuvíkartunnilin í ár.