Trý evni Á Sýnini í dag

Miðvikusendingin á FM1, Á Sýnini, er aftur á skránni í dag millum klokkan 11 til 12.

Trý evni eru á skránni í dag.

Vit hoyra frá ymsu pørtunum, nú verkfallið hevur vart í eina góða viku.

Djóradagar verða um vikuskifti í Havnardali, og vit frætta hvussu gongur við fyrireikingunum.

Bátastevnan í Vestmanna verður eisini um vikuskifti, og har práta vit eisini við ein av fyrireikarunum.

Vertir eru Árni Gregersen og Sigurjón Einarsson.

Tøkningur er Heri Simonsen.