Leygarkvøldið klokkan 19 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og 07 Vestur. Víkingur er fremst í deildini við 27 stigum, meðan 07 Vestur er á sætta plássinum við 14 stigum.
Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM. Viðmerkjari verður Gert Hansen.


